Bókhaldsskipanin til tín, sum ikki tímir bókhald.

Ætlað til íverksetar og smáar fyritøkur

Løtt og smidlig at brúka

Krevur (næstan) onga bókhaldsvitan

Gjørd til føroysk viðurskifti

Stovna ókeypis brúkara
frontpage

Eitt eygnablunk og fyrsta rokningin er send.

Vit gera tað ómaksleyst fyri teg at koma í gongd. Tú hevur sent tína fyrstu rokning bert fáar minuttir eftir, tú hevur stovnað eina kontu.

Byrja nú

Skráset tínar útreiðslur skjótt og lætt.

Sig farvæl til fløkjaslig rokniark og bunkar av rukkaðum kvittanum. Vit gera tað einfalt fyri teg at halda skil á tínum útreiðslum.

Byrja nú

Fá dagført yvirlit yvir tíni peningaviðurskifti.

Bókin gevur tær innlit í tína fíggjarstøðu við dagførdum frágreiðingum, so tú kanst taka væl grundaðar avgerðir og leggja ætlanir fyri títt virki.

Byrja nú

Sniðgjørd til íverksetar og smáar fyritøkur.

Bókin skilur serstaka tørvin hjá iverksetarum og smáum fyritøkum. Tak ræði á tínum peningaviðurskiftum, vaks um títt virki og lat okkum veita góðar bókhaldskarmar- og amboð.

Ókeypis

0,-

Ókeypis útgávan er til tín, sum nýligani er farin í holt við egið virkið og hevur tørv á basisbókhaldi.

Umsetningur upp til 100.000kr.

Atgongd til allar funkur fyrsta mánaðin

Stovna og send rokningar

Skráset útreiðslur

Goym fylgiskjøl

Frágreiðingar

Avstemma banka

1.000 posteringar árliga

Chat support

Grannskoðara atgongd

Vinna

295,-

Mánaðarprísur á 295kr. goldin árliga (uttan mvg). Loysnin til tín við umsetningi omanfyri 100.000kr.

Óavmarkaður umsetningur

Fyrsti mánaður ókeypis

Stovna og send rokningar

Skráset útreiðslur

Goym fylgiskjøl

Frágreiðingar

Avstemma banka

1.000 posteringar árliga

Chat support

Grannskoðara atgongd

Toymið handan Bókina

Við teirra royndum innan produktmenning og telduforriting eru hjúnini og samstarvsfelagarnir, Karin og Sámal, í einari makaleysari støðu til at byggja eina føroyska bókhaldsskipan.

Mynd av Karin

Karin Laksáfoss

Forstjóri og grundleggjari

Karin er útbúgvin MSc í Human Resource Management (2014) og hevur síðani 2018 sameint sína útbúgving við sniðgeving og menning av forritum.

Mynd av Sámal

Sámal Rasmussen

Tekniskur stjóri og grundleggjari

Sámal er útbúgvin MSc í Software Engineering (2015) og hevur arbeitt sum forritari síðani 2013.